Tvøroyrar kommuna longd um tíðina at fyribyrgja corana virus

Tvøroyrar býráð hevur einmælt samtykt á býráðsfundi í dag 25.mars 2020, at fylgja áheitanini frá landsmynduleikunum um at leingja tíðina at fyribyrgja og tálma smittu av Corona virus Covit-19, og verða áður lýstu tiltøk nú fyri fyrst galdandi til og við týsdagin 14. Apríl 2020, ella til onnur boð verða givin.

Ongin skúlagongd er í Tvøroyrar kommunu til og við 14. apríl 2020, hetta galdandi fyri Trongisvágs- og Tvøroyrar skúla. Næmingar skulu tó í tann mun tað ber til fylgja undirvísingini heima.

Um serligur tørvur er á undirvísing/-skúlagongd, skulu foreldur venda sær til skúlastjóran, sum kann geva undantøk, um talan er um átrokandi og serligan tørv. 

Barnaansingin og Frítíðarskúlin eru stongd til og við 14 april 2020. Um serligur tørvur er á barnaansing, skulu foreldur venda seg til leiðaran á Mýrifípuni, sum kann geva undantøk, um ongin annar møguleiki er fyri ansing, og um talan er um átrokandi og serligan tørv. 

Øll fríðtíðar tilboð sum Tvøroyrar kommuna varðar av steðga til og við 14. Apríl 2020:

  • Almenna svimjingin
  • Tiltøk/venjingar í ítróttarhøllini, fimleikarhøll, skúlum v.m
  • Tiltøk til eldri borgarar –snaran, eldrahugnin, fimleikur v.m.
  • Ungdómshúsið -Pakkhús 4
  • Kvøldskúlin
  • Tiltøk í skúlanum annars 
  • Øll innandurða ítróttar- og mentanartiltøk steðgað 

Barnatannrøktin stongir til og við 14. Apríl 2020. Bráfengis viðgerð vera framdar eftir avtalu við barnatannlæknan ella kommunuskrivstovuna

Loyvt verða ikki fremmandum ferðamannaskipum at vitja til og við 14. Apríl 2020. Onnur skip, sum koma úr útlondum, verður forboð sett manningini at koma í land til og við 14. Apríl 2020.

Uttandurða ítróttartiltøk eiga helst ikki at vera, og skulu neyvt fylgja tilmælum frá landslækna og ásetingum frá heilsumynduleikum. 

Kommunuskrivstovan og Kunningarstovan lata aftur til og við 14. Apríl 2020. Telefonin svarar tó sum vanligt, Kommunuskrivstovan tlf. 611085, Kunningarstovan tlf. 611080. 

Bert átrokandi mál verða nevndarviðgjørd til og við 14 apríl. Teldupostar verða tó móttiknir og svaraðir sum vanlig, men krevja hesir nevndarviðgerð, verður hetta at taka longri tíð enn vanligt. 

Øll starvsfólk í fyrisitingini hjá Tvøroyrar kommunu verða send heim at arbeiða. Við nøkrum einstøkum undantøkum, arbeiða starvsfólk ikki á sínum vanliga arbeiðsstaði. Dentur verður lagdur á, at talan er ikki frítøka fyri arbeiði, men at arbeiðsstaðurin verður fluttur heim í tann mun tað er møguligt. Starvsfólk skulu annars verða tøk til at átaka sær serligar uppgávur eftir tørvi og eftir boðum frá kommunustjóranum. 

Øll starvsfólk, ið eftir ætlan skulu uttanlands vegna kommununa, verða biðin um at avlýsa ferðina. Eisini verður heitt á starvsfólk um at avlýsa alt skeiðsvirksemið og fundir. 

Starvsfólk, ið hava verði uttanlanda hesar seinastu vikuna, verða biðin um ikki at møta til arbeiðis 14. dagar eftir heimkomu, og at fara í sjálvboði sóttarhald. 

Omanfyri nevndu tiltøk vóru upprunaliga sett í gildið tann 13. mars 2020, og verða nú longd til galdandi til og við 14. apríl 2020. –ella inntil onnur boð vera givin- 

Soleiðis samtykt av Tvøroyrar býráð 25. mars 2020

Kristin Michelsen, borgarstjóri – Fróði Mortensen, kommunustjóri  


GG. Umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu fylgir neyvt við hvussu støðan broytist, og er til reiðar at fremja øll neyðugt tiltøk, sum okkara heilsumyndileikar mæla til, líka so skjótt sum boðini koma haðani.  

Tvøroyrar kommuna heitur samstundis á allar borgarar um at akta boðini frá mynduleikunum, og at vísa tolsemið og samfelagssinni, og at halda seg við hús í tann mun tað er gjørligt, fyri at forða fyri evt. smittu spreiðing. Rátt verðu øllum til, at hvør einstakur tekur ábyrgd og ger sítt til at minka um smittuvandan. Mælt verður til at fylgja tilmælunum um frástøðu frá fólki og at vaska / spritta hendur, og um í mest møguligan mun at halda seg heima. 

Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Landslæknanum og Heilsumálaráðnum og á https://corona.fo

Heilsumálaráðið hevur samdøgursráðgevingina um Corona-virusið á telefon nr. 734050 og teldupostadressu corona@hmr.fo. Har læknar svara møguligum fyrispurningum.  Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Sinnisbata til fólk sum stúra ella bera ótta

Eisni verður heitt á borgara í Tvøroyrar kommunu um at kunna seg um støðuna á heimssíðuni hjá kommununi, um serlig viðurskiftir sum gera seg galdandi her á staðnum. her