Tað eru nú í alt 144 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 3120 kanningarúrslit. Úrslitið fyri 100 kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.
Tað eru nú í alt 144 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 3120 kanningarúrslit. Úrslitið fyri 100 kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.
Sostatt eru fýra persónar afturat smittaðir seinasta samdøgrið.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru í alt 54 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest corona-smittuna.
Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.
Facebook viðmerkingar