Vágbingar aftur kvøldsetu á netinum týskvøldið kl. 19.30

Í farnu viku royndu tey at senda beinleiðis kvøldsetu úr VB-húsinum í Vági. Undirtøkan vísti seg at vera góð, og nú verður so sent aftur, og nú hevur verið arbeitt eitt sindur við ljóðið og myndagóðskuni, soleiðis at góðskan vónandi verður væl betur íkvøld. 

Á skránni í kvøld, verur sangur og tónleikur og eisini prát, eins og til undanfarnu kvøldsetu. Men í kvøld eru tveir nýggir gestir, tá ið unga Ásgerð Olsen kemur at syngja, umframt at eisini Rúni í Lágabø, ið áður bæði hevur givið út og spælt alment, eisini luttekur. Seinasti parturin av kvøldinum verður opin fyri lurtaraynskjum. Her vóna fyrireikararnir at lurtarararnir fara at luttaka, og skriva inn og ynskja vanligar føroyskar sangir ella sangir, ið vanliga verða sungnir til veitslur og annars hugnalig høvi.

Tiltakið, ið nevnist Korona-hugnaløta í Vb-húsinum, hevur ein vanga á facebook og verður sent umvegis hesa síðuna. Leinkjan er HER!

Í kvøld verður byrjað umleið 19.15 og byrjar sjálv kvøldsetan kl. 19.30. Aftaná góðan tíma, verður so latið upp fyri lurtaraynskjum, soleiðis at hendan kvøldsetan kann skapa hugna runt um í heimunum, ið fylgja við í kvøld.

Myndin er frá fyrstu Korona-hugnaløtuni í VB-húsinum í farnu viku.

Facebook viðmerkingar