Landslæknin boðar í morgun frá, at tað nú tilsamans eru 169 smittaði við corona í Føroyum. 74 eru frísk, meðan 3 eru innløgd á sjúkrahúsi í Føroyum. Seinasta samdøgrið eru 2 nýggir tilburðir staðfestir í Føroyum.
Nú eru tilsamans 4.065 kanningar gjørdar. Úrslitið fyri seks kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.
Eftir at uppgerðin í gjáramorgunin varð almannakunngjørd, var komið eftir, at 167 og ikki 168 persónar høvdu fingið staðfest smittuna. Sostatt eru tveir persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið.
Facebook viðmerkingar