Beinleiðis Bubu konsert á facebook leygardagin

Eins og flestu ið takast við undirhald og tónleik, so er tað eisini hjá BUBU, at korona hevur ávirka, útsett ella avlýst tær framførslur, ið vóru á skránni.

Men so mugu aðrir háttir takast í brúk, fyri at náa út til mongu Bubu-vinirnar sum sakna at hoyra kendu sangirnar, og kanska fáa eitt sindur av undirhaldi afturvið.

Nú leygardagin verður so beinleiðis stroyming, har BUBU saman við tónleikarum fer at syngja og spæla, samstundis sum hann fer at práta við tey, ið skriva inn ímeðan sent verður.Eisini er ætlanin at gera okkurt ítriv, ið kanska kann nýtast nú páskirnar standa fyri durum, og eisini verður ein søga á skránni.

Tað er í sambandi við at BUBU nú er við at runda tær 5 milliónirnar vísingarnar á youtube, at hetta við stroymingini skal roynast. Youtube rásin hjá BUBU hevur alt møguligt tilfar, bæði sangir, søgur, filmar, málmenning og annað, og er hon nógv brúkt bæði í heimum, til sunnudagsskúlar, í innskúling og annað.

Stroymingin verður send á facebook vanganum Klovnurin BUBU kl. 17.00

Facebook viðmerkingar