Tað eru framvegis í alt 181 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4890 kanningarúrslit.
Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið. Tað er fyrstu ferð síðani 12.mars 2020, at eingin persónur er staðfestur smittaður.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 99 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Ein persónur eru innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Facebook viðmerkingar