Leygardagin 11. apríl kl. 11 skipar Frælsur Ítróttur Føroya fyri einari sonevndari “tykisrenning” – einari virtuellari renning, har vit hvør í sær renna ella ganga í okkara nærumhvørvi.
Endamálið við tiltakinum er at fáa fólk út at røra seg, hvør í sínum lagi, har tey eru, og vit hóskandi frástøðu. Tað ber til at renna ella ganga, og av tí at vit røra okkum í hvør sínum stað, avgera vit sjálvi, hvørja leið vit fara, og í hvørjum lendi – um tað er eftir vegnum ella ein túr í hagan.
Stroymað verður frá tiltakinum frá kontrollrúminum við Tórsbreyt. Í stroymingini verður ringt til fólk, meðan tey eru úti og renna ella ganga, helst við Facetime ella líknandi, so vit kunnu síggja, hvar fólk eru.
Stroymað verður umvegis Facebook-síðuna hjá Frælsum ítrótti Føroya https://www.facebook.com/2002fif/
Tiltakið byrjar kl. 10.45 við felags upphiting – hvør sær. Stroymingin kemur at vísa eina upphiting, og kl. 11 verður farið avstað.
Tilmelding
Tilmelding til tiltakið er valfrí og ókeypis og fer fram her á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, t.e. www.fif.fo
Endamálið við tilmeldingini er at vit fáa at vita, hvussu nógv og hvør er við í tiltakinum, so stroymingartoymið kann ringja, meðan tiltakið er. Biðið verður um telefonnummarið í tilmeldingini, so vit fáa sent eitt sms við nærri kunning.
Í tilmeldingini ber til at velja millum teinarar 5 km, 10 km, 21,1 km alla “Annað”. Í bólkinum “Annað” er alt, sum ikki er 5, 10 ella 21,1 km – tað kann vera ein gongutúrur ella ein rennitúrur, sum er longri ella styttri enn hinar teinarnar.
Ætlanin er at gera ein “tykisúrslitalista” við at luttakararnir, tá teir hava runnið ella gingið sín tein, senda fyriskiparunum eitt sms, har navn, teinur og tíð verða upplýst. Síðani verður tíðin løgd inn í úrslitalistan.
Heitt verður á fólk, sum luttaka í hesum rørslutiltakinum, at nýtt #tykisrenning á sosialu miðlunum, so myndir kunnu deilast í stroymingini.
Ein ramma er gjørd, sum kann nýtast á profilmyndini á Facebook og er hon tøk inni á Facebook-síðuni hjá Frælsum ítrótti Føroya https://www.facebook.com/2002fif/
Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka í hesum ókeypis tiltakinum, har vit renna ella ganga – einsamøll í felag.
Facebook viðmerkingar