Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 5408 kanningarúrslit.
Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið. Hetta er triði dagur upp í slag, at eingin persónur er staðfestur smittaður.
Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 145 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Í dag er Langi fríggjadagur, og eftir ætlan verða fáar kanningar gjørdar í dag. Næstu ferð nýggj kanningarúrslit verða almannakunngjørd verður 1.páskadag tann 12.apríl.
Facebook viðmerkingar