Arbeiðið at gera klárt til vindmyllulundina í Porkerishaganum gongur væl. Vegurin er gjærdur niðan í Heimara Part í Porkerishaganum og økini har vindmyllurnar skulu standa verða nú gjørd klár.
Um vindmyllulundina
Tað er SEV, sum hevur fingið loyvið at seta upp 7 vindmyllur í Porkerishaganum við einum samlaðum mátti á 6,3 MW. Vindmyllurnar verða settar upp í Heimara Parti í Porkerishaganum og verða 45 metrar høgar. Vindmyllurnar hava veingjabreiðið, sum er 44 metrar og koma at standa á betonfundamentum, sum verða gjørd í haganum.
Myndirnar tók Niels Jacob Eysturberg.
Facebook viðmerkingar