Fjórða dagin á rað er ongin nýggjur smittaður við corona-virus í Føroyum. Seinasta samdøgrið eru tað 11 afturat, sum eru vorðin frísk og eru tað sostatt í løtuni 27 føroyingar, sum eru sjúkir við corona.
Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 5509 kanningarúrslit.
Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið. Tað var tann 6. apríl, at seinasti persónur varð staðfestur smittaður
Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 157 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Í dag er 1. páskadagur, og eftir ætlan verða fáar kanningar gjørdar í dag. Næstu ferð nýggj kanningarúrslit verða almannakunngjørd verður týsdagin tann 14.apríl.
Facebook viðmerkingar