Ongin smittaður við corona-virus 8. dagin á rað og eru tað nú “bara” 18, sum eru smittaði við corona-virus í Føroyum.
Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 5677 kanningarúrslit.
Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið. Tað var tann 6. apríl, at seinasti persónur varð staðfestur smittaður.
Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 166 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Facebook viðmerkingar