“Koyra-út” tænastan hjá Vágs Býarbókasavni vælumtókt

Vágs kommuna: Orsaka av støðuni við corona-smittuni hevur Vágs Býarbókasavn verið stongt síðani 12. mars, men frá byrjan varð skipað tænasta, har fólk kunnu ringja ella skriva til Býarbókasavnið og so fáa bøkurnar koyrdar heim.

Fólk hava tikið sera væl ímóti “koyra-út” tænastuni, sigur Majken Gaard, bókavørður á Vágs Býarbókasavni. Eini 30 fólk hava gjørt brúk av tænastuni, og tað er ikki bara tey, sum eru komin til árs, men fólk í øllum aldri, eisini børn, sigur Majken. Fleiri hava eisini vent sær fleiri ferðir til okkara, so hetta er ein tænasta, sum fólk hava tikið væl ímóti sigur bókavørðurin.

Um “koyra-út” tænastuna hjá Vágs Býarbókasavni

Tænastan verður skipað á tann hátt, at fólk kunnu ringja til býarbókasavnið á tlf. 239391 millum kl. 10 og kl. 14 ella skriva ein teldupost til byarbokasavn@vagur.fo, har sagt verður frá, hvørja bøkur, ljóðbøkur ella tíðarrit ein ynskir at lána.

Tað hevur týdning, at tað í teldupostinum verður skrivað navn, adressa og telefon-nummar.

Skipað verður síðani fyri at bøkurnar verða koyrdar út og stillaðar við úthurðina og síðani ringja vit og siga frá, at bøkurnar standa við úthurðina, soleiðis at tær kunnu takast innum beinanvegin.

Bokasavn.fo
Á heimasíðuni www.bokasavn.fo ber til at leita eftir bókum, ljóðbókum og tíðarritum, har tilber at leita við at skriva heitið, rithøvund ella evni í leiti-teiginum. Vegleiðing er eisini á heimasíðuni.

Á heimasíðuni ber eisini til at endurnýggja lánt tilfar. Endurnýggja lán við at rita inn í ovasta høgra hornið. BRÚKARA ID er lánarakortnr. og LOYNIORÐ er 4 tey sístu tølini í lánaranr., um fólk ikki sjálvi hava broytt tað.

Til ber eisini at ringja: 239391 ella skriva teldupost: byarbokasavn@vagur.fo við umbøn um endurnýggjan.

Facebook viðmerkingar