Dennis Holm: Sólorka hjartaliga vælkomin til Vágs

So sera hugalig tíðindi í morgun, nú lýst verður við Sólorku túrum til Vágs í summar.

Hugaligt at síggja, at fræ, sum sádd eru í nærumhvørvinum, nú bera frukt – har lokalir veitarar eru grundarlagið undir tilboðnum í góðum samstarvi við skilafólkini handan Sólorku, sum hava drúgvar royndir við at bjóða kvalitets-upplivilsir fyri lívið. Í ár kvalitets-upplivlisir í Vági 🙂

Seinastu árini hevur í Vági verið arbeitt miðvíst við at leggja lunnar undir at upplivingarbúskapurin kann gerast ein munandi partur av inntøkugrundarlagnum hjá fyritøkum og fólki í Vági. Ein neyðug gongd, nú vinnurnar, sum vóru kjarnu vinnur í Vági fyri fáum árum síðani, eru minkaðar burtur í onki.

Ár um ár heysta okur fleiri fruktir av hesum arbeiði !

Upplivingarbúskapurin fevnir víða og millum annað um:

FERÐAVINNAN
Ferðavinnan er ein týðandi partur av upplivingarbúskapinum.

Ferðavinnan er í sera stórum vøkstri í Vági. Talið av vitjandi veksur við ferð og í Vági eru vit farin frá at hava umleið 35 songjapláss til ferðafólk í 2013 til umleið 170 songjapláss í dag (og tá er Kamping Vágseiðið ikki talt við).

Í ár verður væntandi eitt tað størsta ferðavinnuárið í Vági nakrantíð! Og tað liggur á okkum øllum at tryggja, at vitjandi fáa eitt gott upplivilsi og eina góða tænastu, meðan tey vitja í Vági.

UPPLIVINGAR- og ÍTRÓTTARSKÚLAR
Upplivingarbúskapurin fevnir eisini um upplivingar- og ítróttarskúlar.

Ítróttaháskúlin varð settur á stovn í 2015 og er hetta helst ein tann mest spennandi skúlasøgan í Føroyum í nýggjari tíð.

Næmingaheimið tekur skap og dagurin nærkast har Ítróttaháskúlin fær nýggjar framúr karmar at virka í. Fullsett er til heystskeiðið, nógvar tilmeldingar til várskeiðið 2021, og summarskeiðið í ár er eisini sera vælumtókt. Og í næstum fer Ítróttaháskúlin at koma við nýggjum spennandi tilboðum 🙂

ÍTROTTARVINNA
Upplivingarbúskapurin fevnir eisini um ítróttarvinnu – um at hýsa venjingarlegum og ítróttartiltøkum fyri alskyns feløgum innan ymiskar ítróttargreinar.

Við Vágs Høll, ítróttarøkinum á Eiðinum, Páls Høll og Marghøllini so finnast ikki betri karmar til venjingarlegur í Føroyum, og tey boðini bera eisini ítróttarfeløg, sum vitja á venjingarlegum í Vági ár um ár.

Ítróttarvinna fevnir eisini um stórar ítróttarkappingar og -tiltøk. VB hevur í fleiri ár skipað Hondbóltsskúla á Eiðinum um heystið við luttakarum frá nær og fjar. FC Suðuroy hevur skipað fótbóltsskúlar og skipar eisini fyri framúr tiltakinum Skúlafótbóltur, har næmingar úr øllum landinum vitja í Vági. Og í august verður Faroe Islands Handball Cup skipað á fyrsta sinni og feløg úr øllum landinum vísa stóran áhuga.

UPPLIVINGARBÚSKAPURIN => INNTØKUR
Við vitjandi ferðafólkum, vitjandi ítróttarfólkum, vitjandi børnum og ungum til tiltøk, og vitjandi næmingum á Ítróttaháskúlanum verða eisini meir-inntøkur skaptar í nærumhvørvinum.

Vitjandi gjalda fyri at liggja nátt í Vági í gistingarhúsum, smáttunum ella í summarhúsum. Tey keypa í handlum og kioskum, eta á matstøðum, njóta løturnar á kafeum, verða bergtikin á okkara søvnum, hugna sær í Páls Høll, droyma seg burtur á túrum í okkara stórslidnu náttúru, fáa upplivingar fyri lívið á fjørðinum við sluppini Johannu ella vestanfyri Suðuroynna við Actionboats og mangt mangt annað.

Møguleikarnir eru óteljandi og bert avmarkaðir av hugflognum til at skipa tilboð til vitjandi 🙂

Spennandi tíðir fyri framman – og bjóða okur Sólorku hjartaliga vælkomnum til Vágs !

Dennis Holm, borgarstjóri

Facebook viðmerkingar