Við virknaði frá 14. juni 2020 lækkar Suðuroyar Sparikassi renturnar fyri innlán við upp til 0,75 %. Eisini verða nøkur upphæddarmørk broytt fyri, nær ávís innlán fáa negativa rentu.
Við virknaði frá í dag 14. mai 2020 renta nýggjar kontur við -0,75% p.a. frá fyrstu krónu, um ikki annað er avtalað. Rentubroytingarnar verða framdar fyri at viga upp ímóti teimum útreiðslum, ið Suðuroyar Sparikassi hevur av innlánunum, umframt tey øktu innlánini, sum Suðuroyar Sparikassi hevur móttikið síðstu tíðina.
Rentubroytingin sæst her:
Facebook viðmerkingar