Nú letur føroyska samfelagið meira upp, og vit flyta okkum enn nærri einum nøkulunda vanligum gerandisdegi í Føroyum.
Í grundini eru bara tríggjar ítøkiligar avmarkingar eftir.
Mælt verður til, at eingin festivalur ella stór tiltøk vera í mai og juni. Mælt verður til, at skeinkistøð lata aftur klokkan 22.00. Og fólk, sum ferðast til Føroya, skulu í sóttarhald í 14 dagar.
– Vit kunnu siga við rímiliga stórari vissu, at eingin smitta hevur verið í Føroyum í skjótt eina viku. Fyri at siga tað bart út, so roknaðu vit ikki við, at tað bar til at steðga smittubreiðingini so skjótt. Støðan úti í heimi vísir eisini, hvussu trupult tað er. Men tað bar til. Og tað er fyrst og fremst tykkum øllum fyri at takka, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Á tíðindafundi fyrrapartin varð millum annað boðað frá, at tilmælið um fjarstøðu verður stytt úr tveimum metrum niður í ein metur, sum eisini er tilmælið hjá heimsheilsustovninum WHO. Men í teimum førum, har serlig smittuatlit mugu takast, verður framvegis mælt til at halda fjarstøðu upp á tveir metrar. Tað er til dømis, har sangur og róp eru.
Eisini kunnu øll nú fara aftur í skúla. Vit kunnu nú savnast í mesta lagi 100 fólk, og kappróður, fótbóltsdystir og onnur ítróttatiltøk kunnu avgreiðast við áskoðarum, men undir skipaðum viðurskiftum.
Les meira her, hvat tað inniber, at føroyska samfelagið letur enn meira upp.
– Í veruleikanum er tað í sera fáum londum, at tú kann liva so frítt og ótarnað sum í Føroyum. Men vit vita, at tað skal í roynd og veru lítið og einki til, áðrenn smittan kemur aftur til Føroya og tekur dik á seg. Ansa vit ikki eftir, kann ein óansin smittaður persónur sum einki byrja eina nýggja smittukeldu, sum verður trupul at stýra. Tí mugu vit halda fjarstøðu og hava gott reinføri, samstundis sum vit ikki savnast í stórum og ókontrolleraðum bólkum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Facebook viðmerkingar