Tað var dystur millum nr 9 og 10 í Bedri deildini við Stórá í dag og tá av tornaði var tað TB, sum dróg tað stytra stráði.
Hetta var eisini ársins fyrsti dystur við áskoðarum, og var nógv gjørt burturúr at deila áskoðarar upp í øki, so sum FSF hevur fyriskriva.
KÍ hevði bóltin nógv mest í fyrra hálvleiki, uttan tó at vera serliga farligir, men tá lítil hálvur tími var farin fekk KÍ eitt fríspark, sum Jóhannes Bjartalíð, hamraði móti málinum og heldur enn at boksa bóltin, royndi TB málverjun at takað bóltin. Hann helt honum ikki og bólturin endaði í TB málinum til 0-1 til útiliði.
Tað vóru ikki nógvir aðrir málmøguleikar í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki hevði TB undanvind og komu teir út aftur við nógv størri áraði og spældu teir til tíðir væl framm eftir vøllinum.
KÍ kom til onkran møguleika í seinna hálvleiki, men var tað meira TB sum spældi fram ímóti KÍ málinum, uttan tó at blív farligir.
Tá 73 min vóru spældir fekk Sebastian Krone hjá TB sítt annað gula kort og sá nú tungt út hjá TB við 10 monnum.
Men tá knapt 80 min vóru farnir fekk TB brotsspark og setti Rógvi Joensen bóltin í KÍ máli til 1-1.
KÍ royndi nú at trýsta fyri at fáa sigursmálið, men høvdu teir fleiri óneyvar avslutningar og tá 90 min vóru farnir var støðan enn 1-1.
Men ein dystur er ikki liðugur fyrr enn dómarin hevur floytta fyri seinastu ferð og sigast má at nógv hendi í yvirtíðini.
Fyrst fekk málmaðurin hjá TB eitt KÍ bein so hamrandi í andlitið, málmaðurin, var liggjandi eini 3-4 min til viðgerðar, men hann bleiv á vøllinum tíðinia út. Løtu seinni hevði hann eina super bjarging tá ein KÍ leikari skallaði bóltin móti málinum heilt tætt við.
Men tá klokkan vísti 99 min fekk KÍ eitt nokk so bíligt brotsspark og Jóannes Bjartalíð setti bóltin í TB málið til 1-2.
Fyri at drýva tað síðstu tíðina gjørdi KÍ eina innskiftin og beint eftir at bólturin var givin upp aftur floyttaði Eiler Rassmussen dystin av.
Eftir dystin fekk fyrst venjarin hjá TB reytt kort og málmaðurin, var liggjandi eftir farliga sparki hann fekk nakað áðrenn, sjúkrabilurin kom løtu seinni eftir málmanninum, men vónandi var hetta ikki alt ov álvarsligur løstur, sum hann fekk.
TB endar eftir dystin á 10. plássi við ongum stigi og KÍ fór longur upp eftir stigatalvuni áðrenn dystinar, sum vera í morgin
Facebook viðmerkingar