Suðuroyartunnilin: 100 mió kr um árið frá 2024

Álit í løgtingsmáli nr. 43/2019: Uppskot til samtyktar um at stovna partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna 

Bjarni Hammer, løgtingsmaður, hevur vegna Javnaðarflokkin lagt málið fram 16. desember 2019, og eftir 1. viðgerð 22. januar 2020 er tað beint Rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 5., 12. og 27. februar, 9. mars og 27. apríl 2020. 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Kristian Stórhamar, P/F Eystur- og Sandoyartunlar, Landsbyggifelagið og landsstýrismannin í fíggjarmálum saman við Landsverki.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. 

Meirilutin (Christian F. Andreasen, Erhard Joensen, Frimodt Rasmussen og Steffan Klein Poulsen) hevur hesar viðmerkingar:

Málið um at byggja ein undirsjóvartunnil til Suðuroynna er eitt stórt mál. Áðrenn verkætlanin kann setast í verk, skulu forkanningar gerast. Neyðugt verður at kanna, hvør besta linjuføringin er, við atliti at jarðfrøði og til trygdina at koyra gjøgnum tunnilin. Fíggingarmøguleikar og samlaðu samfelagsligu avleiðingarnar av at seta eina so stóra verkætlan í gongd skulu eisini kannast, eins og neyðugt er við eini politiskari semju um, eftir hvørjum leisti hesin tunnil skal gerast.

Landsstýrismaðurin hevur upplýst fyri nevndini, at játtaðar eru 5 mill. kr. til forkanningar. Landsverk skal gera seismiskar kanningar, og skal hetta arbeiðið byrja í summar. 

Landsstýrismaðurin hevur sagt seg taka undir við, at stovnað verður eitt alment partafelag, sum skal standa fyri fyrireikingunum at gera ein undirsjovartunnil til Suðuroynna. Landsstýrismaðurin metir, at tann leistur, sum er brúktur til hinar undirsjóvartunlarnar, eisini kann nýtast til hesa verkætlan.

Fyri Rættarnevndini hevur landsstýrismaðurin upplýst, at landsstýrið arbeiðir við eini ætlan um at seta upp móti 100 mill. kr. av árliga á langtíðar íløguætlanini til hesa verkætlan, galdandi frá 2024, tá verandi játtan til Eystur- og Sandoyartunlar, sum er 50 mill. kr. árliga, gongur út.

Meirilutin tekur undir við tí arbeiði, sum landsstýrismaðurin hevur sett í gongd, men heldur, at allir flokkar á Løgtingi skjótast gjørligt eiga at gera eina felags semju um hetta stóra mál. Meirilutin heldur tað ikki vera neyðugt at samtykkja verandi uppskot til samtyktar, fyrr enn hendan semjan er gjørd. Meirilutin tekur sostatt ikki undir við málinum og mælir Løgtingnum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Ingilín D. Strøm, Hervør Pálsdóttir og Sirið Stenberg) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum viðmerkingum:

Í juni mánaði í ár handaði ein arbeiðsbólkur táverandi landsstýrismanni í samferðslumálum eitt álit um fyrimunir og vansar við at gera ein Suðuroyartunnil. Arbeiðsbólkurin vísti á, at tað hevði týdning at gera forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, meðan arbeitt verður við Sandoyartunlinum.

Arbeiðið við at bora Sandoyartunnilin er farið í gongd, og boringin verður væntandi liðug við ársenda 2021, so tunnilin kann takast í brúk í 2023.

Undir viðgerðini í nevndini er víst á, at um tað skal vera koyrandi til Suðuroynna í 2030, so má arbeiðið byrja í 2023. Tað er tí neyðugt, at steðgur ikki kemur í, men at arbeiðið kann halda beinleiðis fram, tá ið komið er ígjøgnum til Sandoynna. Tí hevur tað skund at fáa gjørt allar neyðugar fyrireikingar og at byrja nú. 

Vit hava nú gjørt okkum nakrar royndir við at gera undirsjóvartunlar, og góðir førleikar eru bygdir upp bæði í Føroyum og av okkara starvsfólkum, sum hava starvast uttanlands. Tí metir minnilutin tað vera sjálvsagt og til fyrimuns fyri verkætlanina, at hesar royndir og førleikar vera partur av arbeiðnum. 

Fyrsti liður í at byrja verkætlanina við einum undirsjóvartunli til Suðuroynna er at stovnseta partafelagið, sum skal gera og reka tunnilin. Í sambandi við hinar undirsjóvartunlarnar hava myndugleikarnir valt at stovna almenn partafeløg at standa fyri fyrireiking, tunnilsgerð og rakstri. Harafturat hava feløgini sjálv staðið fyri at útvega fígging, út yvir partapeningin, fyri at fullføra verkætlanina. Hesin leistur hevur riggað væl.

Áðurnevndi arbeiðsbólkur metti tí onga orsøk vera til at gera annað, hvat hesum viðvíkur, enn at stovna eitt alment partafelag, P/F Suðuroyartunnilin. Hetta felag skal hava til uppgávu at fyrireika, gera og reka Suðuroyartunnilin, umframt at fáa til vegar fíggingina til verkætlanina. Hetta tó í tøttum samstarvi við myndugleikarnar fyri at fíggja verkætlanina fyri ein so lágan kostnað sum gjørligt.

Longu undir fyrstu viðgerð av málinum boðaði andstøðan frá, at vit mettu tað neyðugt at gera politiska semju við allar flokkar á tingi um verkætlanina. Enn hava vit tó einki frætt. 

Ein Suðuroyartunnil verður mettur neyðugur fyri at tryggja vøkstur og enn betri trivnað í Suðuroynni. Kanningar í Norra vísa, at trivnaðarkenslan økist, tá flutningssambandið batnar. Fólk uppliva størri virkisfrælsi og kenna seg ikki so avbyrgd frá restini av samfelagnum sum áðrenn. Arbeiðsmøguleikarnir batna eisini munandi, tá ið fólk gerast partur av einum størri arbeiðsmarknað. Tað sama verður sjálvsagt galdandi fyri Suðuroyartunnilin. Tey stóru tøk, vit hava tikið fyri at binda landið saman og tryggja nøktandi samferðslu, hava verið okkum til stóran fyrimun. 
 
Rættarnevndin,  14. mai 2020
Christian F. Andreasen, forfólk  Ingilín D. Strøm, næstforfólk  Erhard Joensen
Frimodt Rasmussen  Hervør Pálsdóttir  Sirið Stenberg Steffan Klein Poulsen

Facebook viðmerkingar