FC Suðuroy skipaði í síðstu viku fyri stuðulsrenning fyri allar leikarar í felaginum. Uml. 100 leikarir vóru við til renningina.
Øll, sum stuðlaðu teimum, ið runnu stuðulsrenning, eru við í drátti um eina gassgrill, eina gassfløsku og eitt gávukort.
Enn er møguleiki at stuðla og vera við, tí enn mangla nakrir leikarir at renna. Seti tykkum í samband við Amy Martinsdóttir Thomsen, so frætta tit nærri hvussu tigor gera. Seinasta freist at stuðla er tórskvøldið 21. Mai. Drigið verður leygardagin 23. Mai.
Stuðlað tiltakinum hava:
Vágs Timburhandil (Gassgrill) – AGA Føroyar (Gassfløska) – Samkeyp (Gávukort) – Suðuroyar Sparikassi (Frukt til leikarar)
Nevndin og øll rundanum um felagið, takka hjartaliga fyri allan stuðulin til spælarar og tiltakið.
Facebook viðmerkingar