Mótmæla nýggj nøvn til sjúkrahúsini

Skriv sent Hans Paula Henryson, sjúkrahússtjóra á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi heitir við hesum á sjúkrahússtjóran um at virka fyri, at ætlanin at geva teimum 3 sjúkrahúsunum í Føroyum nýggj nøvn verður tikin aftur.

Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi heldur ikki, at neyðugt er at broyta nøvnini, fyri at knýta sjúkrahúsini saman, tí tað vil altíð verða leiðslan og politiski myndugleikin, sum skal syrgja fyri hesum, og ikki ein navnabroyting.

Vernd av Sjúkrahúsi heldur eisini, at hetta at broyta nøvnini, umframt pening til vinnararnar av navnakappingini, fer at kosta sjúkrahúsverkinum nógvan pening til annað, sum navnabroytingin kemur at hava við sær.

Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi heldur, at peningurin heldur eigur at verða brúktur til annað, sum kann tæna sjúklingunum.

Sjúkrahúsini hava nøvn, sum fólk standa saman um, og tí eiga verandi nøvn at verða varðveitt.

Vh
Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi

Myndina eigur Reidar Simonsen.

Facebook viðmerkingar