Leygarkvøldið spældi TB ímóti EB/Streymi við Margáir – ein dystur, sum hevði stóran týdning fyri bæði liðini, tí hvørki av liðunum hevði fingið stig í teimum báðum fyrstu umførunum.
Dysturin endaði við einum 2-0 sigri til EB/Streymi og bæði málini komu í fyrra hálvleiki. Hetta merkir eisini, at TB og Skála framvegis ikki hava fingið stig, nú 3 umfør eru spæld í Betri-deildini.
Í 4. umfari, sum er longu ónskvøldið og tórskvøldið, tekur TB ónskvøldið ímóti oddaliðnum úr B36.
Facebook viðmerkingar