Í vikuni hoyrdu vit um Conrad Gaard Joensen, ein av mongum strandaðum sjómonnum úti í Heimi. Men eisini í Føroyum eru nógvir sjómenn, sum eru strandaðir og sleppa ikki avstað aftur til arbeiðis uttanlands, ein teirra er Ditlev Winther í Vági.
Ditlev Winther siglur sum stýrimaður umborð á stóra sandbátinum Balder R hjá danska reiðarínum Rohde Nielsen. Balder R, sum er góðar 111 m langur og smáar 19,5 m breiður, er ein av størstu og mest framkomnu sandbátunum í Heiminum, sum bæði arbeiðir við dýping og við at byggja upp t.d. sandstrendur.
Greinin heldur áfram undir myndini
Seinastu 2 árini hevur Balder R serliga arbeitt í Asien og Avstralien. Í løtuni er skipið í Sri Lanka, har Ditlev og restina av manningini eisini gjørdu manningaskifti síðst í februar mánað. Tær báðar manningarnar umborð á Balder R arbeiða vanliga í skiftum á 4 vikur og eftir ætlan skuldi Ditlev verið farin umborð aftur 23. mars.
Corona-støðan kring heiminum hevur sum kunnugt ført við sær, at tað ber ikki til at ferðast sum vanligt og harumframt eru fleiri lond stongd, soleiðis at fremmand fólk ikki sleppa inn í landið, hetta er eisini støðan í Sri Lanka, sigur Ditlev. Vanliga ferðast vit umvegis Keypmannahavn og Doha, áðrenn vit fara víðari til Sri Lanka, men sum er, er ongin møguleiki at flúgva hesa leiðina, greiður Ditlev frá.
Vit eru í teirri hepnu støðu, at vit eru fastløntir, so vit fáa løn sjálvt um vit eru heima, men eg giti at støðan hjá fleiri fiskimonnum, sum sigla uttanlands og ikki sleppa avstað, er ein onnur, sigur Ditlev. Okkara avbjóðing er, at vit nú “skylda 13 vikur” og tí noyðast verða umborð í 13 vikur í staðin fyri tær vanligu 4 vikurnar, hinvegin so er hetta ikki annað enn hin vaktin hjá okkum hevur gjørt seinastu vikurnar, greiður Ditlev frá.
Sum er vita vit ikki nær vit sleppa avstað aftur, men í mun til teir, sum eru umborð, so kunnu vit njóta tíðina saman við familjum okkara, meðan teir umborð ikki vita um teir sleppa heim í næstu viku ella í næsta mánað, tí alt er so óvist, sigur Ditlev Winther.
Facebook viðmerkingar