Eftir at hava ligið stilt í nakrar mánaðir er nú aftur virksemi á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Vági.
Bakkafrost er farið undir at flyta laks norðaneftir til Vágs og er hetta í tráð við avtaluna um, at sama nøgd av laksi, sum verður flutt úr Suðuroynni og norðureftir til virkingar, skal flytast suðuraftur.
Í fjør og tíðliga í ár varð laksur úr Suðuroynni fluttur norður á virkið hjá Bakkafrost á Glyvrum, og nú verður laksur so fluttur hinvegin.
Facebook viðmerkingar