Í gjár varð leigusáttmáli gjørdur við KÍ um Meinhardt Joensen, sum TB leigar til komandi tveir dystirnar.
Frederik Mehder gjørdist sum kunnugt skaddur og fekk heilaskjálvta í dystinum ímóti KÍ, tá leikari hjá KÍ sparkaði okra málmann í høvdið ímóti endanum av dystinum.
John Jacobsen vardi málið í dystinum ímóti EB/Streymi í vikuskiftinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð at Meinhardt Joensen fer í TB blusuna. Hann leikti tríggjar dystir fyri TB í 2016.
Facebook viðmerkingar