Sum kunnugt hava danir latið mørkini aftur, soleiðis at norðurlendingar og týskarar kunnu koma inn aftur í Danmark. Og við tað at umsitingin av landamørkum ikki er føroyskt málsøkið, so merkir broytingin eisini at hesi mørk eru latin upp til Føroyar.
Tað er eisini sjón fyri søgn, at tað skuldi bara ganga heilt fáir dagar áðrenn fyrstu útlendsku ferðafólkini gjørdist sjónlig í Føroyum.
Porkeri er hvørt summar nógv vitjað av týskum ferðafólkum, sum koma til Føroyar at fiska. Og nú mørkini til Týdklands eru latin upp eru fyrstu týskararnir eisini komin til Porkeris.
Facebook viðmerkingar