Ikki frítíðarfiskarar, men týsk arbeiðsfólk frá WKA í Porkeri

Týskararnie í Porkeri eru ikki frítíðarfiskarar, men arbeiðsfólk hjá týsku fyritøkuni WKA, sum eru kommir til Føroyatí at arbeiða við fundamentunum til myllurnar í Porkerishaganum.

Í sambandi við arbeiðið við vindmyllulundini í Porkerishaganum, eru seks arbeiðsmenn komnir til Føroya at arbeiða fram til 19. juli. WKA hevur í samstarvi við SEV fingið serstakt innferðar- og arbeiðsloyvi til arbeiðsmenninar, sum komu til landið við Norrønu mánadagin 25. mai í egnum bili. Við í bilinum hava menninir mat og útbúnað til fyrstu tvær vikurnar, sum teir eru í sjálvbodnum sóttarhaldi í leigaðum húsum í Porkeri. Komir til Føroya mánadagin, fóru teir beinleiðis umborð á Smyril, har teir sótu avbyrgdir allan túrin suður.

Sóttarhaldið hjá monnunum er soleiðis háttað, at teir bert kunnu ferðast millum leigaða bústaðin og arbeiðsstaðin í Porkerishaganum, og ikki koma í samband við onnur, hvørki har teir búgva, ella har teir arbeiða. Umboð fyri SEV eru í tøttum samskifti við menninar.

Hesa kunning hevur Heri Mortensen, deildarstjóri í SEV skrivað út á Facebook vangan Porkeningar.

Facebook viðmerkingar