Útimøtið við Frelsunarherin í Vági Hvítusunnudag

Hvítusunnudag kl 18 skipa vit í Frelsunarherinum fyri útimøti uttanfyri hjá okkum á Vágsvegi.

Vit koma at syngja, vitna, biðja og leggja dent á hvítusunnuboðskapin undir fríum himli.

Ein kaffimunnur verður eisini at fáa, soleiðis at vit í felag kunna gleðast og verða saman um hendan gleðiliga boðskap.

So leggið leiðina framvið, tit skulla verða hjartaliga vælkomin!

2. Hvítusunnudag kl 19 Bønarmøti í salinum hjá Frelsunarherinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Facebook viðmerkingar