Hóast talan gjørdist um ein rímiliga javnan dyst við Stórá ónskvøldið, so var hetta ikki nokk til at TB fekk stig burturúr dystinum.
Tað leikaði javnt á millum liðini í fyrra hálvleiki og í veruleikanum kundi B36 verða væl nøgt við 2-1 støðuna í hálvleikinum. -Tí TB hevði fleiri stórar málmøguleikar í fyrra hálvleiki, har teir ikki tóku av.
Tað var annars B36 sum legði seg á odda eftir 7 minuttir við máli sum Michal Przybylski gjørdi. Poul Ingason, sum byrjaði dystin sum fremsti maður hjá TB, javnaði tó í 28. minutti. Í 41. minutti legði Sonni Nattestad B36 framum 2-1.
Stutt eftir hálvleik, í 49. minutti, skoraði Meinhard Olsen til 3-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.
B36 heldur sostatt kósina og hevur nú 4 sigrar á rað eftir 4 umfør. B36 skal 2. Hvítusunnudag í grannauppgerð ímóti HB í Havn. TB, sum framvegis ikki hevur fingið stig, skal 2. Hvítusunnudag á trupla uppgávu í Gøtu, har Víkingur tekur ímóti.
Facebook viðmerkingar