Summargestir, stevnugestir og onnur fáa nú enn eitt matstovu-tilboð at velja í í Suðuroynni, nú matstovan Garðslon letur upp í Vági í morgin, fríggjakvøldið 5. juni.
Tað er Ingun Poulsen sum letur upp matstovuna Garðslon, sum heldur til í Garðslon á Vágsvegi 114 í Vági.
Endiliga kunnu vit boða frá, at vit lata upp nú fríggjakvøldið, sigur Ingun. Tey flestu kenna helst vælumtóktu búffarnir hjá mær, og nú tá tað hevur verið so stórur eftirspurningar, so byrja vit eisini vit at hava búffakvøld fríggjakvøldið 5. juni og leygarkvøldið 6. juni, sigur Ingun.
Í næstum verður matskráin klár, og fólk eru sjálvandi vælkomin at eta inni ella bíleggja mat útvið, og sjálvsagt verður eisini møguleiki at keypa kaffi og okkurt lekkurt omaná, sigur Ingun.
Matstovan Garðslon hevur tlf. 590995, har tað eisini ver til at ringja at bíleggja búff, sigur Ingun Poulsen, sum nú letur upp nýggja matstovu í Vági.
Facebook viðmerkingar