Hesu størv eru leys at søkja í Vágs Skúla
Námsfrøðingur ella námsfrøðisligur stuðul skúlaárið 2020/2021
1 starv at seta við setanarbrotinum 0,60 í grunddeild
1 starv at seta við setanarbrotinum 0,16 í grunddeild
1 starv at seta við setanarbrotinum 0,85 í Lonini (serskúla)
1 starv at seta við setanarbrotinum 0,55 í Lonini (serskúla)
Søkt verður námsfrøðingum ella námsfrøðisligum stuðlum, sum
· dugir væl at samstarva og samskifta
· vil menna seg sjálvan og skúlan
· sýnir næmingum og undirvísing sín eldhuga
· kann luttaka í dreingja ítrótti
· vil fevna ymiskleikanum og styrkja felagsskapin
Førleikakrøv:
Linjulestur, arbeiðsroyndir innan serøkið ella samsvarandi førleika.
Lønar- og setanartreytir:
Námsfrøðiligu stuðuls tímarnir í skúlanum verða løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag
Umsóknir:
Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi onsdagin 19. juni 2020 kl. 12.00
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til
John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330
Anitu Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 239334
Eisini ber til at senda teldupost til skúlan: john.henrik.holm@skulin.fo
Facebook viðmerkingar