FC Suðuroy við egnari sjónvarpsrás: FC Suðuroy TV

FC Suðuroy fer at stroyma allar heimadystirnar hjá 2. deild í fótbólt í ár og hevur í hesum sambandi eisini stovna egna sjónvarpsrás: FC Suðuroy TV.

Sjónvarpsrásin er at finna á Youtube við heitinum FC Suðuroy TV – og umvegis youtube-rásina verður stroymt frá heimadystunum hjá FC Suðuroy.

Fyrsti heimadystur er ímóti Skála leygardagin 13.00.

Kelda: www.fcsuduroy.com

Facebook viðmerkingar