Danska stjórnin tryggjar, at føroyingar kunnu fáa danskt cpr-nummar hjá Ríkisumboðnum
Astrid Krag, innlendis- og almannamálaráðharri í Danmark, sigur í svari uppá fyrispurning frá Bertel Haarder úr Vinstra, at nú verður møguligt hjá føroyingum at fáa danskt cpr-nummar í Føroyum.
Í 2014 samtykti Fólkatingið einmælt eitt uppskot til samtyktar frá fólkatingslimunum úr Føroyum og Grønlandi, um at beina allar markaforðingar í ríkisfelagskapinum av vegnum. Ein tann størsta markaforðingin hevur verið, at vit í Føroyum hava p-tøl og danir hava cpr-nummar.
Edmund Joensen hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at tað skapar nógvar og óneyðugar trupulleikar hjá føroyingum, sum eru tengd at donskum skipanum, eitt nú lesandi og sjúklingar. Hann hevur tí áhaldandi arbeitt fyri, at hendan markaforðingin verður beind burtur.
Løgmaður og forsætisráðharrin hava umrøtt møguleikan hjá føroyingum at fáa danskt cpr-nummar, og Astrid Krag sigur í svarinum, at stjórnin vil ganga ynskinum hjá Føroyum á møti. Stjórnin fer tí í næstu tingsetu at leggja fram lógaruppskot, so tað verður møguligt hjá føroyingum at fáa danskt cpr-nummar við at venda sær til Ríkisumboðið í Føroyum.
Hetta er eitt mál, sum Sambandsflokkinum hevur arbeitt við í nógv ár, og tað er at fegnast um, at hetta málið loksins er komið á mál.
Facebook viðmerkingar