Í vikuni vitjað bygdaráðið í Hvalbiar Kommunu og í nýggja Hvalbiartunlinum.
Arbeiði at gera nýggja Hvalbiar tunnilin gongur væl og nú eru bert einir 200m eftir at bora og tá vit spyrja Aticon nær væntast kann at seinasta skotið er latið av, verður svara fyrst í juli mánað, um alt gongur eftir ætlan.
Eisini verður sagt at tunnilin er óvanliga turrur, fyri tað mesta.
Tað er hall úr Nesi og upp eftir, einar 2100m inn, har er tunnilin hægstur og hellir hann síðani ímóti Trongisvági. Tí er í løtuni neyðugt at pumpa vatnið út, sum kemur úr fjallinum og sum brúkt verður at arbeiða við.
Síðani skal alt tryggjast endaligt, káplar skulu leggjast, el-arbeiði skal gerast og koyribreytin skal asfalterast. So væntast kann at í fyrsta ársfjóringi av 2021 er koyrandi eftir nýggju farleiðini millum Nes í Hvalba og Trongisvág.
Spurdir um vegin Trongisvágsmegin, sum í løtuni verður lagdur, verður sagt at væntandi kemur tað fyrsta asfalti á har um ikki langa tíð.
Facebook viðmerkingar