Seinastu árini hava vit havt góðar tíðir, og fólkatalið hevur verið vaksandi í øllum høvuðsøkjum í landinum – uttan í Suðuroy. Fólkatalið í Suðuroy er í dag 8,8 % av samlaða fólkatalinum sammett við 13 % í 1985. Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at landsstýrið eigur at styrkja og fjøltátta bæði vinnugrundarlagið og fólkasamansetingina í Suðuroynni sum skjótast. Tí hevur hann sett løgmanni ein fyrispurning um, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur fyri Suðuroynna.
– Skal hettar ganga nóg skjótt, er tvingandi neyðugt, at landið hjálpir til við miðvísum átøkum, bæði til at stuðla undir ítøkiliga menning, og til at birta størri áræði, og broyta ímyndina av Suðuroynni, sigur Heðin Mortensen.
Javnaðartingmaðurin vísir á, at spurnartekin kann setast við, um trupulleikin ikki bara er tann, at alt virksemið í landinum liggur í Havnini, og um loysnin ikki bara er at flyta arbeiðspláss úr Havnni í Suðuroynna. Men her hevur hann eina greiða meining:
– Ja Havnin veksur stútt nú, men hesin vøksturin er ikki komin við, at mann lenar seg afturá og bíðar eftir, at appilsinirnar detta niður í hattin. Høvuðsstaðurin er vaksin, tí at vit gjøgnum nógv ár miðvíst hava strembað eftir at skapa góð líkindi fyri vøkstri. Vit hava roynt at byggja út á øllum økjum, so vit skaptu vinnuni so góð kor, sum vit kundu. Vit hava gjørt tað, sum vit kundu, fyri at betra og menna líkindini fyri at tann einstaki borgarin kann trívast, og vit hava alla tíðina gjørt alt, sum vit kundu, fyri at skapa mentanar- og frítíðarlívinum betri og betri kor. Tað er tað sama, sum mann skal gera fyri Suðuroynna, men beint nú er Suðuroyggin ikki nóg væl fyri til at kunna lyfta ta uppgávuna nóg væl og nóg skjótt einsamøll. Tí má landið hjálpa til, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at vit ikki byggja land við at flyta tað virksemið, sum longu er, runt í samfelagnum, men við at skapa nýtt virksemi – og enn meira við at tryggja bæði verandi og komandi virksemi góð gróðrarlíkindi í øllum pørtum av landinum.
– Soleiðis byggja vit einar størri, virknari og betri Føroyar. Tað er akkurát líka meiningsleyst at royna at skapa Tórshavn í Suðuroynni, sum at skapa Suðuroynna í Havn. Vit byggja bara einar veruliga sterkar og burðadyggar Føroyar við at skapa einar fjølbroyttar Føroyar allastaðni í landinum, sigur Heðin Mortensen.
Í fyrispurninginum til løgmann spyr Heðin Mortensen eisini ítøkiliga um, hvørt ætlanin er at fara í gongd við Suðuroyartunnilin og nær.
– Eg meti, at tað hevði verið eitt stórt, sterkt og sera sjónligt stig, um landsstýrið nú sum allarskjótast tók heilt ítøkilig stig, sum í verki vísa, at ætlanin veruliga er at fara undir at gera Suðuroyartunnilin. Hetta hevði ikki einans víst vinnuni, at útlit eru til at sleppa undan teimum stóru avbjóðingunum, sum verandi avmarkaðu og kostnaðarmiklu flutningsmøguleikar skapa, tað hevði eisini beinanvegin virkað við til at styrkja áræðið og virkisfýsnið í Suðuroynni yvirhøvur, sigur Heðin Mortensen.
Facebook viðmerkingar