Vágs kommuna: Fríggjakvøldið var hugnaløta í Garðslon í Vági í samband við eitt fleiri enn 30 ára langt tíðarskeið við dagrøkt í Vági endar í summar.
Dagrøktarar og býráðslimir vóru komnir saman til hugnaløtu at heiðra hesum trý ártíggja langa tíðarskeiðinum, har dagrøktin í nógv ár var berandi grundarlag undir dagstovnaøkinum í Vági.
Dennis Holm, borgarstjóri, flutti fram røðu, og takkaði dagrøktarunum fyri teirra trúgva leiklut, tær flestu síðani 1990árini, í at veita eina framúr góða tænastu til barnafamiljur og børn í Vágs kommunu. Ein tænasta, sum bæði familjur og børn og eisini kommunalpolitiski myndugleikin hava verið framúr glað fyri.
Hugnaliga løtan í Garðslon var eisini ein hátíðarløta fyri Irdi Bjarkhamar og Hermandu Dahl, sum í næstum fara frá vegna aldur.
Irdi Bjarkhamar hevur arbeitt í dagrøktini hjá Vágs kommunu síðani 1989 og sum leiðari av dagrøktini í Vágs kommunu síðani í apríl 1996 – og seinni í ár fer Irdi frá vegna aldur. Í røðu segði borgarstjórin m.a., at Irdi hevur við framúr hepnari hond uppbygt dagrøktina í Vági til tað góðu, tryggu og mennandi tænastuna, sum hevur eyðkent dagrøktina í Vági í meiri enn trý áratíggju. -Og takkaði síðani Irdi hjartaliga fyri gott samstarv og trúgva tænastu í starvi hjá Vágs kommunu.
Hermanda Dahl hevur arbeitt í dagrøktini í Vági í 26 ár. Eg havi verið so heppin, at fyrst hevur Hermanda havt stóran leiklut í mínum barndómi og hevur eisini verið partur av mínum ungdómsárum og vaksnamannalívi, segði Dennis Holm. -Og harnæst hava bæði elstu børnini hjá okkum Alexander og Ronja verið í dagrøkt hjá Hermandu, og er tað ongin ivi um, at stórur saknur verður í kønu vegleiðandi hondini hjá Hermandu, nú hon gevst á dagstovnaøkinum hjá Vágs kommunu.
Borgarstjórin handaði bæði Irdi og Hermandu gávu og takkaði teimum fyri trúgva og góða tænastu og ynskti teimum blíðan byr í framtíðini.
Eftir hetta flutti Irdi Bjarkhamar, leiðari av dagrøktini, fram røðu og takkaði fyri tíðina saman við dugnaligu starvsfólkunum í dagrøktini og handaði dagrøktarunum gávu.
Eftir summarfrítiðina flyta børnini í dagrøktini í dagstovnin Eikilund og hava øll starvsfólkini í dagrøktini fingið bjóðað at flyta við og tað tilboðið hava tær flestu tikið av. Hetta merkir eisini, at børn og barnafamiljur í Vágs kommunu framhaldandi fara at fáa gleði av fakkunnleikanum, umsorganini og tí megnar arbeiði, sum dagrøktararnir hava gjørt og fara at gera við menning av børnum í Vágs kommunu.
Facebook viðmerkingar