
Eftir reytt kort á Eystanstevnu, tá Firvaldur var fremstur, og eitt tak frá gullinum á jóansøku, bragdaði í dag hjá Firvaldi á Sundalagsstevnu í Hósvík.
Firvaldur vann ein púra greiðan sigur og lat ongan iva verða um, at tær meta seg verða ein av sterku gentumanningunum í ár.
Topp-3 vóru hesi.
- Firvaldur 05:27.24
- Drekin 05:28.47
- Fípan Fagra 05:32.31
Facebook viðmerkingar