Lægsta arbeiðsloysið nakrantíð
Eins og undanfarnu sjey árini lækkaði arbeiðsloysið aftur í 2019. Í miðal fyri alt árið var arbeiðsloysið 1,8%, sum er tað lægsta, sum yvirhøvur er skrásett í Føroyum.
Ársroknskapurin hjá ALS fyri 2019 er nú tøkur, og hann vísir eitt avlop á 200 mió. krónur, sum er tað mesta síðani ALS var sett á stovn í 1992.
Tað var framvegis nógv ferð á búskapinum í farna árið, og arbeiði var til mest sum allar hendur. Talið av løntakarum helt fram at vaksa, og tað sama gjørdu samlaðu lønargjaldingarnar, sum ongantíð hava verið so stórar sum seinasta árið.
Jaliga gongdin sæst aftur í ársroknskapinum hjá ALS, sum varð samtyktur av stýrinum fyri ALS í farnu viku.
Samlaðu inngjøldini settu aftur met í 2019. Tey gjørdust samanlagt 245,2 mió. krónur, sum er tað mesta nakrantíð.
Samlaðu útgjøldini vóru 20 mió. krónur lægri enn árið fyri. Tey vóru 51,2 mió. krónur, sum er tað lægsta, útgjøldini hava verið síðani 2008.
Tað eru serliga útgjøldini av vanligum arbeiðsloysisstuðli, sum eru minkaði nógv hesi árini, meðan útgjøldini um fiskavirkisskipanina eru meiri støðug og bert minkaðu við stívliga trimum mió. krónum í 2019 – úr 17 mió. krónum í 2018 niður í 13,8 mió. krónur í 2019.
Tekniska úrslitið – tað er munurin millum samlaðu inngjøldini og samlaðu útgjøldini – gjørdist eitt avlop á 193,9 mió. krónur. í mun til 160,6 mió. krónur í 2018.
Talið av ársverkum minkaði við trimum ársverkum í 2019, og starvsfólkakostnaðirnir lækkaðu við 500 tús. krónum niður í 14,3 mió. krónur.
Tað er vorðið alsamt bíligari at reka ALS hesi seinastu nógvur árini. Samlaðu rakstrarkostnaðirnir vóru 5 mió. krónur í 2019, sum er 100 tús. krónur minni enn árið fyri. Rakstrarkostnaðirnir í 2019 vóru teir lægstu í 12 ár.
Samlaðu fíggjarognirnar vuksu við 213 mió. krónum og vóru 861,8 mió. krónur við árslok í 2019. Í mun til 2018, tá avkastið av fíggjarognunum var ein missur á 8,3 mió. krónur, var avkastið í 2019 framúr. Tá árið var úti, hevði ALS havt 26,1 mió. krónur í fíggjarinntøkum av virðisbrøvum.
Ársúrslitið í 2019 var eitt avlop á 199,7 mió. krónur, sum er 68,4 mió. krónur meiri enn í 2018.
Við árslok var eginognin 911 mió. krónur, sum er tað mesta í søgu ALS.
Á Grækarismessu boðaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður frá, at føroyska samfelagið skuldi niður í ferð orsakað av vandunum við korona-smittuni, sum var komin til Føroyar.
Longu dagin eftir gjørdi Føroya Arbeiðsgevarafelag vart við, at skuldi sleppast undan hópuppsøgnum hjá føroyskum arbeiðsgevarum, so var neyðugt alt fyri eitt at seta ein hjálparpakka í gildi, sum tryggjaði starvsfólkum á privata arbeiðsmarknaðinum okkurt slag av lønarískoyti.
Eftir bert nøkrum fáum døgum var ein slíkur hjálparpakki fingin í lag, og stutt eftir rindaði ALS fyrstu lønarískoytini til starvsfólk hjá privatum føroyskum arbeiðsgevarum.
Hendan serliga korona-skipanin skuldi enda 30. juni, men var seinni longd fram til 31. august.
Samanlagt hava á leið 4.800 persónar fingið lønarískoyti úr hjálparpakka 1.
ALS bar allan kostnaðin av hjálparpakkanum fram til 30. juni, og tað verður mett, at ALS samanlagt fer at rinda á leið 115 mió. krónur í lønarískoyti.
Teir báðar mánaðirnar frá 1. juli til 31. august rindar landið kostnaðin av skipanini.
“Stýrið og stjórn eru væl nøgd við úrslitið. Jaliga gongdin í samfelagnum yvirhøvur sæst aftur í góða úrslitinum, langtíðarhaldførið er tryggjað, og skipanin er fíggjarliga væl fyri at standa ímóti komandi bakkøstum, sum kunnu koma”, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri hjá ALS
Facebook viðmerkingar