Vit kunnu ikki liva við, at tey børnini, ið hava størstan tørv á hjálp, eru tey børnini, sum verða gloymd. Og tað er ikki í lagi, at tey, sum skulu brúka stovnin, og sum hann er til fyri, hvørki fáa orð ella boð, tá tey venda sær hagar um hjálp ella vegleiðing.
Tað er millum annað komið fram í seinastuni, at sonevnda Karlstad skipanin so líðandi verður pilkað burtur úr Sernámi. Karlstad er eitt amboð, sum stuðlar undir menningina av mál-, talu- og samskiftishættum hjá børnum og vaksnum. Ein tænasta, sum gagnar mongum, og sum bæði børn og vaksin fáa alstóra gleði av. Tað undrar tí stórliga, at Sernám, sum bæði fær eina høga játtan á fíggjarlógini umframt eykajáttanir til einstakar verkætlanir, nú velur at niðurlaga eina tænastu, sum riggar so væl. Samstundis sum stovnurin brúkar stórar upphæddir til uttanhýsis ráðgeving.
Avleiðingarnar av hesum eru, at tað eru fleiri børn, sum als onga hjálp fáa. Hetta ger seg eisini galdandi fyri onnur børn við serligum avbjóðingum, sum merkja skerda tænastu. Og tey fáu, sum fáa hjálp, fáa alt ov fáar tímar. Enntá hava røddir verið frammi, sum mæla fólki til at fara uttan um Sernám, um tey hava tørv á hjálp. Tað er ikki nóg gott.
Endamálið, við einum stovni sum Sernám, má fyrst og fremst vera, at stovnurin veitir allar grundleggjandi tænastur, og letur tað, sum riggar, og sum fólk eru nøgd við, ótarnað halda áfram.
Tað, at kunna samskifta, er ein tann mest grundleggjandi førleikin, vit sum menniskju hava. Hugsa tær, hvussu fantastisk kensla tað man vera sum foreldur at koma í tal við sítt barn, har kanska ongin vón hevur verið áðrenn?
Tað er ikki nú, at Sernám skal til at brúka mánaðir og milliónir til at útgreina trupulleikar og innanhýsis mannagongdir. Tað er nú, at Sernám skal brúka tíð og pengar uppá tey, sum Sernám er sett í verðina fyri. At tey samstundis halda áfram við at menna og fáa Sernám at rigga aftur er sjálvandi í lagi. Men Sernám má undir ongum umstøðum seta børn við serligum tørvi til síðis meðan hetta fer fram.
Sernám – gevið ljóð og komið í gongd.
Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin
Facebook viðmerkingar