Í morgin, 6. juli, fyllir Torleif Augustinussen í Vági 90 ár.
Torleif vaks upp í Smillum sum næstyngstur av 7 systkjum.
Foreldrini vóru Johan Carl Augustinussen, vanliga nevndur Johan í Smillum og Marin Sofía Thomasen úr Tøðuni.
Vesturi í Bø vóru nógv spælipláss: Sjagagarður, Gjógvará, Laksá, ósin, vatnið og eiðið. Har var altíð okkurt stað at spæla, báði summar og vetur.
Krígsárini vóru mangari føroyskari familjuni til óbótaligan skaða.
Vágsbygd var tann føroyska bygdin, sum varð harðast rakt. 21 mans fingu sína vátu grøv.
Miðskeiðis í februar 1943 fóru tvey skip av Havnini, “Gracie” og “Ltn. Vedriness. Tey settu kós móti Vestmannaoyggjunum, har tey ætlaðu at keypa fisk at sigla á bretska marknaðin. “Løjtnanturin” úr Havn bar boð í bý, men “Grasið” spurdist ikki aftur. Sjey mans sjólótust: tríggir vóru úr Halldórsvík, og fýra vóru vágbingar. Eingin veit, um teir sigldu á eina minu ella kanska fóru av illveðri. Tá gjørdist Torleif og systkin hansara faðirloysingar.
Ein eldri maður fortaldi, at veðrið var so ringt ta ferðina, at renni-sjógvurin kom vestur undir húsini hjá Sanduri við Misá. Og tá ið hann fjaraði út aftur, var turt undir Garðabrúgv! Tað sigur eitt sindur um, hvussu herviligt ódnarveðrið hevur verið…
Momman fortaldi ofta, at Johan í Smillum kom fleiri ferðir út á gólvið á Brekkubø til okum at siga farvæl. Soleiðis kann lagnan laga seg…
Men, lívið skuldi livast. “Fátt er sum faðir, men einki sum móðir”, sigur orðatakið. Torleif lærdi til skraddara hjá “Paula Skrædder” (Paula við Ósagarð). Tá ið Pauli flutti niður, fór Torleif at seyma hjá Henning Hjelm. Eitt skiftið var hann niðri í samband við skraddaraútbúgvingina at læra at “tilskera”. Í Keypmannahavn búði hann hjá skyldfólkunum av Brekku í Hovi. Tey høvdu stór hús á Mosesvinget uttanfyri Brønshøj.
Eina tíð seymaði hann uppi á loftinum í Smillum.
Tá ið skraddaravirksemið minkaði, fór hann vestur á Eiðið at arbeiða við grótknúsaran. Hetta var, áðrenn flakavirkini komu um alt alt landið.
Virkin var Torleif sum fakfelagsmaður í mong ár. Hann hevur altíð verið í parti við teimum, sum minni formáddu sær í samfelagnum. Frá 1967 var hann í nevndini hjá arbeiðismannafelagnum “Framtíðini” í Vági. Frá 1977 til 1988 sat hann sum formaður felagsins.
Torleif giftist Jórun Hammer, og tey settu búgv vestan fyri Gjógvará.
Tey eiga tríggjar synir: Johan, Páll og Magna, sum allir eru komnir væl undan og eru skilamenn.
Hóast heilsuveikur hesi seinru árini, er Torleif enn at síggja í býnum av og á. Á jóansøku var hann mitt í rokinum á sínari tríhjólaðu súkklu,
tá ið midnáttarsangurin og røðan vóru á skránni. So, hann er framvegis uttandura, tá ið okkurt hendir í býarlívinum – tá ið veðrið og høvið býðst. Altíð er hann fúsur at práta – ikki minst um gamlar dagar. Søgufróður er hann sum fáur. Og hóast árini nú fara at telja, so hevur hann enn minni sum ravnurin!
“Situr tú seggur…einastur eftir av mongum” sigur skaldið. Hini systkini eru farin undir grønu torvu.
Góði Torleif, systkinabarnið! Sólin er komin vestur á luftina. Men vónandi eigur tú enn nógvar góðar løtur. Og vónandi hasar hetta koronaslagið av, soleiðis at man aftur kann støkka inn á gólvið.
Hjartaligar føðingardagskvøður frá okum øllum á Brekkubø!
Arnfinnur
Facebook viðmerkingar