TB tapti í evstu løtu

Eftir ein javnan dyst, har TB tíðliga í dystinum legði seg á odda við máli sum John Ville Wøldike gjørdi í 18. minutti, misti TB tá samanum kom alt.

Jákup B. Andreasen javnaði fyri KÍ í 52. minutti. Og í 79. minutti legði Jóannes Bjartalíð KÍ framum 2-1 við brotssparki. Leggjast kann afturat, at talan var um brotsspark, sum TB’ararnir vóru sera ónøgdir við.

Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, sum endaði við 2-1 sigri til KÍ. Men við tað at hini 4 liðini í niðaru hálvu í Betrideildini eisini taptu, so ávirkar hetta ikki stigatalvuna. TB er framvegis á 8. plássi við 6 stigum.

Facebook viðmerkingar