Nýggi Hvalbiartunnilin verður skotin ígjøgnum týsdagin

Almennu tilmælini um fyribyrging móti koronavirus, hava við sær at hátíðarhaldið verður fyri innbodnum. Men øll hava møguleika at fylgja við, tí Kringvarpið stroymir beinleiðis frá hátíðarhaldinum. 

Arbeiðið at gera nýggja Hvalbiartunnilin hevur gingið so væl, at longu týsdagin 7. juli verður seinasta skotið latið av. Hátíðarhaldið – sum eru fyri innbodnum –  verður við tunnilsmunnan í Trongisvági klokkan 16. Tvøroyrar Hornorkestur spælir til hátíðarhaldið.

Tað verður Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, sum fer at bjóða vælkomin. Eftir hetta fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at halda eina røðu.

Tá røðurnar eru hildnar, fara teir tríggir Fríðolv Eysturberg, Kári Norðberg og Jóan Pauli Næs at gera seg til reiðar at trýsta á knøttin, samstundis sum gestirnir fara í tryggja fjarstøðu.

Fríðolv Eysturberg, Kári Norðberg og Jóan Pauli Næs vóru allir við til at byggja gamla Hvalbiartunnilin, sum varð tikin í nýtslu í 1963.

Tá skotið er latið av, fara innbodnu gestirnir til kaffi og køku í høllini í Trongisvági.

Kringvarpið stroymir beinleiðis frá hátíðarhaldinum og seinasta skotinum í nýggja Hvalbiartunlinum, so øll áhugaði hava møguleika at fylgja við.

Landsverk

Facebook viðmerkingar