Svimjing.com: Nú eru úrslitini frá FM/JM 2020 at finna eisini her á SwimRankings, har ein av snildu funkunum er at kunna fáa eitt skjótt yvirlit yvir hvørji sum betraðu seg og ikki.
Og tað sær gott út – Av teimum tilsamans 60 sum luttóku á hesum FM, vóru tey 52, ella umleið 87%, sum settu í øllum førum éitt persónligt met.
- FLOT – 4 svimjarar, 3 settu persónlig met (75%)
- FS – 4 svimjarar, 4 settu persónlig met (100%)
- HS – 24 svimjarar, 22 settu persónlig met (92%)
- SuSvim – 12 svimjarar, 9 settu persónlig met (75%)
- Ægir – 16 svimjarar, 14 settu persónlig met (88%)
Svimjarar eru yvirhøvur so, at tíðin hevur mest at siga, ofta framum enntá heiðursmerki, og at ein stevna tí verður mett sum væleydnað ella minni væleydnað, alt eftir um tey betraðu seg.
Í hesum føri eru tey sum ikki betraðu seg í fleiri førum venjarar sum ‘hava tikið ein fyri liðið’, og sum tí ikki hava vant til at kunna svimja sum tá ið tey veruliga vandu.
Í fjør vóru tilsvarandi tøl
- FLOT – 1 svimjari, 1 betraði seg (100%)
- FS – 1 svimjari, 1 betraði seg (100%)
- HS – 22 svimjarar, 21 betraðu seg (95%)
- Reysti – 2 svimjarar, 1 betraði seg (50%)
- SuSvim – 16 svimjarar, 14 betraðu seg (88%)
- Ægir – 16 svimjarar, 12 betraðu seg (75%)
Tilsamans 58 svimjarar, harav 50 ella 86% betraðu seg.
Tølini eru ikki fullkomiliga sambærilig, tí at vit hesuferð høvdu lagt JM afturat FM, har tað alt annað líka oftast er lættari hjá yngri svimjarum at betra seg.
Tey vóru 4 sum luttóku ‘bara’ á JM, nú í ár, harav ein kvalifiseraði seg til FM í leypi av stevnuni.
Men nokk um tað – Saman um tikið haldi eg at man kann siga at hetta var ein OK stevna, bæði tá ið tað kemur til betringar og til luttakaratal, og hóast hesa truplu tíð sum vit eru í.
Facebook viðmerkingar