Vágs Kommuna: Seinastu árini hevur Vágs kommuna stuðlað Team Rynkeby og soleiðis er eisini í ár.
Hesar dagarnar er Team Rynkeby á ferð kring landið og leygardagin var Team Rynkeby á súklu-ferð kring Suðuroynna.
Um middagsleitið var pit-stop á Torginum í Vági, har Danjal Bjarkhamar, býráðslimur, flutti fram røðu og handaði Team Rynkeby ein gávu-kekk frá Vágs kommunu. Í røðuni takkaði Danjal Team Rynkeby fyri stóra sjálvbodna arbeiði teirra at stuðla krabbameintsraktu børnunum – og teirra stóra áhaldni í arbeiðinum at stuðla, lætta og linna um hjá børnunum og familjum teirra, tá sjúkan rakar. Hetta arbeiði kann ongantíð virðismetast nokk, segði býráðslimurin.
Umframt at geva Team Rynkeby fíggjarligan stuðul, so bjóðaði Vágs kommuna eisini súklarunum døgurða í VB-húsinum, har tey eisini fóru í brúsu, áðrenn leiðin gekk norður á Krambatanga og til Havnar við Smyrli.
Facebook viðmerkingar