Hevur landsstýrið ongar ítøkiligar ætlanir fyri Suðuroynna?

Í farnu viku svaraði løgmaður mínum fyrispurningi um tiltøk fyri at venda gongdini í fólkatalinum í Suðuroynni, og um nær ætlanin er at fara undir at gera tunnil til Suðuroynna. Í svarinum er trupult at fáa eyga á ítøkiligar ætlanir fyri at styrkja Suðuroynna, og ein fær ta fatan, at landsstýrið væntar, at gongdin skal vendast av sær sjálvum.

Í undanfarnu samgongu settu vit fleiri ítøkilig stig í verk fyri at styrkja Suðuroynna, soleiðis at góða gongdin í landinum eisini fevndi um suðringar. M.a. settu vit í verk serskipan fyri alivinnuna í Suðuroy, ið tryggjaði økt og støðugari virksemi í oynni, ítrottar- og eftirskúli var stovnaður og Námshjálparaútbúgvingin varð staðsett í oynni.

Tíverri helt fólkatalið í Suðuroynni fram at minka nakað, men hendan avbjóðingin er so mikið stór, at hon má loysast av okkum øllum – tvørtur um samgonguskeið. Tí er tað sera hugstoytt at síggja, at landsstýrið at kalla ongar ítøkiligar ætlanir hevur fyri at styrkja Suðuroynna. Ein hevur næstan hug at spyrja, um suðringarnir í samgonguni hava gloymt sítt bakland?

Spurningurin og svarið kann lesast her:

https://logting.fo/files/casewrittenquestion/1020/114.19%20Svar%20fra%20B.S.%20Nielsen%20til%20H.%20Mortensen%20-%20tiltokum%20at%20styrkja%20Suduroynna.pdf

Heðin Mortensen, Javnðarflokkurin

Facebook viðmerkingar