Matstovan í Salt letur upp í nýggjum hami leygardagin

Leygardagin, 11. juli kl. 11.00 letur matstovan í SALT upp í nýggjum hami. Í matstovuni kanst tú njóta eitthvørt leskiligt, samstundis sum at tú kanst njóta tað sjáldsama góða útsýni út yvir Trongisvágsfjørð.

Nógv fólk ferðast til Suðuroyar í summar, og vit gleða okkum til at taka ímóti bæði ferðandi og fastbúgvandi, og at bjóða tykkum eitthvørt gott og leskiligt undir góman.

Opið verður hvønn dag millum kl. 11 og 18.

Facebook viðmerkingar