So fór Martin inn í ævigu hvíldina. Hetta kom ikki óvart á okkum, sum stóðu Martin nær. Í langa tíð hevur heilsan verði vánalig. Nú orkaði henda kempa ikki meir. Mongu árini á trolaradekki, har hann altíð var fyrstur at tørna til, høvdu týðiliga sett síni spor. Ryggur og bein vildu ikki meir, og so komu aðrar sjúkur eisini. Hann sigldi nógv við bæði føroyskum, norskum og grønlendskum trolarum, og í sínum ungu døgum var hann eisini við íslendskum.
Martin náddi at halda sín 80 ára føðingardag, har nógv fólk, vinir, familja og gamlir skipsfelagar, heilsaðu honum, og í mongu talunum hoyrdi ein hvat dugur hevði verði í honum. Ein maður sum aldri spardi seg sjálvan. Eisini tá sjúkan fór at gera um seg, kundi hann ikki binda frið. Einaferð komið var út á vitjan, tá sat hann vestan fyri húsini, og royndi at slætta túnið eitt sindur. Hann var sera skinklutur til beins, sat í grótrúgvuni og royndi at kastaði nakrir steinar her og har. Soleiðis var hann.
Martin giftist við Elinborg, systur, og fingu tey fýra børn, tríggjar synir og eina gentu, sum øll eru komin væl undan. Elstur er Jacob Eli, arbeiðir á kontórinum hjá Sev í Havn, síðani Erhard, siglur úti sum maskinstjóri hjá Mærsk , býr í Trongisvági, Lars er politistur, býr í Hvalba, og yngst er Amy, lærari, og býr í Sumba. Abbabørnini eru 10 í talið.
Tá Martin kom inn okra familju, gjørdust okur skjótt varigir við, at hann var sera hjálpsamur. Skuldi okkurt betongast, gravast ella smíðjast , so var hann altíð tilreiðar at hjálpa.
Men stuttligast vóru teir mongu nát-unga túrarnir, ið okur vóru saman, teir verða seint gloymdir. Eisini untist okkum báðum at rógva kapp saman, vunnu hina minnuligu jóansøkuna í 1986.
Martin varð føddur í Porkeri, sonur Erhard og Gunnhild, og vóru tey átta systkin, fimm dreingir og tríggjar gentur. Dreingirnir blivu allir sjómenn, og vórðu av bestu og raskastu trolmonnum.
Martin plagdi at flenna at sínari skúlatíð í Porkeri, hann var meira niðri í mølini og úti á fjørðinum enn í skúlanum, og fór hann eisini tíðliga úr skúlanum. Fyrstu tíðina málaði hann hjá Johan Dam, altíð nevndur Hannekiss, síðani hjá Símuni, og hevði Martin eisini sveinaprógv sum málari. Men havið dró, og tað bleiv hansara lívsstarv.
Nú hann var vorðin sjúkur og trongdi til hjálp, var Elinborg altíð um hann, tað vóru tungir dagar fyri hana og fyri familjuna at síggja hann spakuliga vikna. Elinborg var eisini við honum á ymiskum uppvenjingarstøðum í Danmark og í Føroyum, hon royndi tað hon kundi fyri at betra um heilsu støðu hansara, men tað gekk bert ein veg. Ikki kundi hon fara úr eygsjón, so rópti hann.
Men tolin bar hon hesa byrðuna. Tíðliga í sjúkratilgongdini hevði hon avgjørt, at á ellisheimið skuldi hann ikki, hon vildi ansa honum heima til tað seinasta. Ætlanin var, at hann skuldi koma heimaftur av sjúkrahúsinum, men at enda var heilsan so vánalig, at tann ætlanin bar ikki til. Leygarmorgunin 4. juli sovnaði hann stillisliga. Ein av ágrýtnastu, raskastu og bestu trolmonnum Føroyar hava fostrað var slóknaður. Trolið er lagt á dekkið, seinasta skrædda holið er bøtt, nálin er hongd á skottið, og hann er farin í koyggjuna fyri seinastu ferð. Kósin er sett á vitan inni á himmalsku strondini.
Okur sum stóðu honum nær, drýpa høvur og takka honum fyri tíðina. Orð eru altíð fátøk.
Arnfinn
Facebook viðmerkingar