Aftur í ár er súkklukappingin “Kring Føroyar” á skránni og í morgin, leygardagin 11. juli, er tað í Suðuroynni at tað verður súkklað. Volvo kring Føroyar er samansett av 5 teinum og strekkir seg frá 8. til 12. juli.
Koyrt verður frá Vágunum til Norðoyggjar, í allari Eysturoynni, Sandoynni og Suðuroynni. Kappingin, ið byrjar kl. 10:00 og endar kl. 14:00, er býtt upp í unglingar, kvinnur, motionistar og opnan bólk. Heitt verður á bilførarar og onnur, ið nýta vegirnar í oynni, um at vísa størsta varsemi hetta tíðarskeiðið.
Skráin fyri dagin sær soleiðis út:
Startur og mál: Effostøðin á Tvøroyri.
Motionistar, kvinnur og unglingar:
Tvøroyri – Hovsegg – Vágur – Lopra – Vágur – Hovsegg – Tvøroyri.
Finaluumfar á Tvøroyri: Tá vit koma til Tvøroyri koyra vit soleiðis:
Ósavegur – á Brekkunum – Sjógøta – Traðarvegur – Hvammavegur – Ósavegur – á Brekkunum – Sjógøta.
Opin bólkur:
Teinur: Tvøroyri – Fámjin – Hovsegg – Hov – Porkeri – Vágur – Lopra – Sumba (gjøgnum tunnilin) – Hesturin – Lopra – Vágur – Porkeri – Hovsegg – Tvøroyri.
Finaluumfar á Tvøroyri: Tá vit koma til Tvøroyrar koyra vit soleiðis:
Ósavegur – á Brekkunum – Sjógøta – Traðarvegur – Hvammavegur – Ósavegur – á Brekkunum – Sjógøta.
Facebook viðmerkingar