Søkt verður eftir:
Einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna.
Einum hjálparfólki at arbeiða 20 tímar um vikuna.
Frítíðarskúlin kemur at fevna um børn frá 1-3 flokk og ungdómshúsið verður fyri børn og ung frá 4 flokki til 18 ár. Frítíðarskúlin og ungdómshúsið koma at halda til í sama húsi í okkara náttúruvøkru bygd.
Vit vænta av tær, at tú:
• Hevur hug og áræði at skapa ein mennandi og tryggan gerandisdag við virðing fyri einstaka barninum, teimum ungu, foreldrum og starvsfeløgum.
• At tú ert ábyrgdarfull/ur og kanst taka avgerðir.
• At tú ert tolin og nærverandi
• Hevur góð samstarvsevni og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
• Ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
• At tú hevur eitt jaligt lyndi.
Vit bjóða tær eitt nýtt og spennandi starv, har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið.
Setanararviðurskifti:
Løn sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsókn:
Umsókn saman við møguligum prógvum og viðmælum verður send til Porkeris Kommunu, Við Á 8, 950 Porkeri ella við teldupost á porkeri@porkeri.fo, viðmerk starvslýsing.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10 august.Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Angelinu J. Gudmundsen, leiðara í dagrøktini, á telefon 251325 ella á mail dagroktin@porkeri.fo
Facebook viðmerkingar