Tveir nýggir leikarar til TB

TB.fo: Flytingargluggin er afturlatin og kann TB hervið boða frá, at sáttmáli eru gjørdir við tveir leikarar afturat umframt Mark Kongstedt, sum vit kunngjørdu í gjár, les meira um Mark her.

Talan er um ein ungan danskan málverja Mads Altschuler, ið kemur frá Hvidovre IF, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Hann er 20 ára gamal og gleðir seg at koma til felagið. Michael Winter sigur, at tørvur hevur verið á einum málmanni afturat og møguleikin beyðst at fáa Mads til felagið. Michael leggur afturat, at við Mads, so verður kapping um málmansplássið.

Hin leikarin, ið kann kunngerast í dag er Filip Obadovic, sum er áleypari. Tað er ongin loyna, at TB hevur mangla okkurt í álopspartinum og vónandi kann høgi serbin styðja felagnum og verða við at fáa veruligt hol á málskjótingina. Filip er 22 ára gamal og er knappar tveir metrar høgur.

Facebook viðmerkingar