Ólavsøku-klassikari í Gundadali

Í nógv ár var tann stóri klassikari í føroyskum fótbólti ólavsøkudysturin millum HB og TB.

Í ár er skráin fyri Betrideildina eisini soleiðis, at HB og TB spæla á ólavsøku.

HB er við 34 stigum oddalið í Betrideildini, meðan TB er á 8. plássi við 6 stigum. So í mun til stórdystirnar í 1970unum og 1980unum, har TB týðugt var sterkara liðið, so man HB verða greiður favorittur hendan dystin.

Ólavsøkuklassikarin millum HB og TB verður í Gundadali kl. 18 í kvøld.

Facebook viðmerkingar