Í juli 2019 sóu vit 5 sera sjáldsamar blómur/plantur, sum vit ongantíð hava sæð fyrr: Fáblømt mýristrá, strandarseyðaleykur, bogin stør, sevkendur kveiki og ósasev Juncus alpinoarticulatus subsp. rariflorrus, sum ongantíð fyrr er skrásett í Føroyum, og sum tit kunnu lesa um í Frøði nr. 1, 2020. Tráðmjátt havgras er bert funnið eina ferð í Føroyum, og tað var í hesum ósanum; men tað sóu vit ikki.
Landsverk sendi lívfrøðingar at kanna vøksturin í lendinum frá landsvegnum til tunnilsmunnan, so stovnurin kundi fáa eina umhvørvisgóðkenning til Hvalbiartunnilin; men hesi vóru ongantíð í ósanum – tí hví skuldu tey tað?
20.07.2020 vóru vit aftur á Nesi. Tann fyrr so blómufylti ósin liggur nú undir ½ til 1 metrum av tjúkkari gráari evju, sum stavar úr tunlinum. Nógvur sandur er grivin upp úr ósanum og brúktur til fyllu inni í sjálvum tunlinum. Sjógvurin, sum fyrr rann aftur og fram runt í ósanum og fram við árbakkan, er nú mest uttanfyri. Vit funnu bara nøkur heilt fá bogin stør uttast í ósanum og eina tunna rond av ósasevi fram við bakkan – alt annað liggur undir evjuni.
Kanska yvirlivir okkurt fræ, men ósin sum hann var, kemur ongantíð aftur. Og so skjótt oyðilegði Landsverk eina av náttúruvakrastu perlunum í Føroyum. Um talan er um líkasælu, kleyvarskap ella reint og skært dugnaloysi, veit bert Landsverk. Landsverk er stjóri og Articon stendur fyri arbeiðinum. Men hvør hevur givið Articon lov at taka sandin í ósanum? Og hevur Umhvørvisstovan veruliga góðkent alt, sum gongur fyri seg har? E.S. Avrit av hesum skrivi er sent til Umhvørvisstovuna og Landsverk
Facebook viðmerkingar